* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Siem Offshore finnur arbeiði til átta skip

Norska frálandsreiðaríið Siem Offshore hevur tryggjað sær sáttmálar til átta av sínum skipum á einum marknaði, sum annars er merktur av lágum leigugjøldum og yvirkapasiteti.

Felagið upplýsir í eini fráboðan til keypsskálan í Oslo, at tað hevur gjørt avtalur fyri skipini, ið tryggja teimum arbeiði fitt út í framtíðina.

Talan er um ein blanding av AHTS, PSV og OSCV-skipum. 

Sáttmálarnir eru gjørdir við millum annað BHP Billiton og Gazprom, meðan tíðarlongdirnar eru millum 100 til 440 dagar. 

Skipini skulu nú í arbeiði í Avstralia, Suðuramerika og í Svartahavinum.

Norski ríkmaðurin Kristian Siem eigur Siem Offshore. Hann royndi fyrr í ár at yvirtaka kreppurakta kappingarneytan Farstad Shipping, men noyddist at lúta á mállinjuni fyri John Fredriksen. Farstad er síðani lagt saman við Solstad og Deep Sea Supply.

Kelda: shippingwatch.dk