* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiska farmaskipið við bryggju í Thisted.

Sigla 1.800 kilometrar við donskum malti til Russlands

Seinastu vikuna hevur eitt farmaskip ligið í Thisted, har tað hevur tikið danskt malt umborð. Malt, sum skal nýtast til russiskt øl.

 

Í alt 2.500 tons av góðum donskum malti varð lossað umborð á russiska farmaskipið, og russiska manningin letur væl at maltinum.

 

- Góðskan er í toppi, sigur stýrimaðurin á Sormovskiy, Dimitry Pcynshin, við danska blaðið Søfart.

 

Tað er Dragsbæk Maltfabrik, sum Bryggjaríð Fuglsang eigur, sum framleiðir frálíka maltið, ið verður handað ymsum ølbryggjaríum í Russlandi. Kornið til maltið kemur frá ymsum gørðum í Danmark.

 

Í miðal framleiðir Dragsbæk Maltfabrik umleið 115.000 tons av lidnum malti um árið, og bara ein lítil partur av tí fer til Russlands.

 

Túrurin hjá Sormovskiy byrjaði í St. Pætursborg hin 28. september, og nú hevur skipið so aftur sett kós teir 1.800 kilometrarnar við donskum malti til russarar.

 

Kelda: Søfart