* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Siglandi dronan, SD 1020, sum hevur siglt kring Suðurpólin.

Siglandi drona kring Suðurpólin

Ein siglandi ómannað drona hevur gjøgnumført fyrstu ferðina kring Suðurpólin, ein túr uppá 22.000 kilometrar, sum varð gjørdur eftir 196 døgum. Dronan, SD 1020, hevði eina røð av sensorum, sum hava savnað upplýsingar um veðurlagið í økjum, sum higartil ikki eru kannað.

 

Á langa túri sínum megnaði sjey metrar langa dronan at sigla í 15 metrar høgum aldum, í vindi og hvirlum uppá 130 km/t, og samanstoytir við risastór ísfjøll.

 

Í havnini í Bluff í Nýsælandi hevur dronan skrásett millum annað prógv fyri, at Suðuríshavið gevur frá sær nógv meira CO2 vetrarmánaðirnar. Tað eru upplýsingar, sum kunnu fáa stórar avleiðingar fyri alheims veðurlagsmodellini.

 

Tríggjar dronur vórðu upprunaliga sendar avstað, men bara SD 120 megnaði allan túrin.

 

Tað er Saildrone, sum eigur dronuna. Felagið eigur ein røð av vind- og sólriknum dronum, sum allatíðina gera ymsar kanningar á heimshøvunum.

 

Kelda: Saildrone/Maritime Danmark