
Tey nýggju Trible-E skipini hjá hjá Mærsk Line
Táið tey nýggju Trible-E skipini hjá Mærsk Line byrja at sigla seinni í ár, gongur siglingarleiðin millum annað til Danmarkar, sum verður ein partur av tí samlaða kervinum millum Asia og Europa, har tey skulla steðga á í trettan havnum sigur A.P Møller.
Mærsk Line hevur skund at fáa havnirnar gjørdar klárar til tað nýggju sokallaðu AE 10 siglingarleiðina. Arbeitt verður við at fáa teir núverandi kranar at náa longur út nú skipini gerðast breiðari, og at náa 10 bingjur á hædd. Havnirnar í Tanjung í Malaysia, Rotterdam í Hollandi og Algaciras í suðurspanien eru tær mest umráðandi at fáa gjørt klárar. Sjálvt um at Trible-E skipini byrja at sigla í ár, so kann ikki væntast at havnirnar eru klárar at taka ímóti fyrr einaferð í 2014.
Og sambart stjóranum í Mærsk Line Søren Skou, so sigur tað seg sjálvt at skipini ikki verða brúkt optimalt, tí tað er fyrst í 2014 at helvtin av teimum nýggju skipinum eru sett inní rutuna. AE 10 rutan umfatar í løtuni 13 havnir í nevndu raðfylgju: Kwangyang, Shanghai, Xiamen, Yantian, Tanjung Pelepas, Suez veitin, Port Tangier, Algeciras, Rotterdam, Gdansk, Aarhus og Gøteborg. Fimm Trible-E skip verða sett inní rutuna í 2013, otta ella nýggju í 2014 og tey sístu av samanlagt 20 skipum í 2015.
kelda: shippingwatch.dk
umsett: Martin Sonny Frederiksen, www.antares.fo