* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Singapor tekur aftur eitt loyvi frá bunkarfelag

Myndugleikarnir í Singapor halda fram við stríðnum móti bunkarsviki í havnini. Eitt felag aftrat hevur nú mist bunkarloyvi at arbeiða í havnini.

 

Hesa ferð er talan um Inter-Pacific Petroleum, ið hevur mist loyvið at reka bunkarskip í hesi asiatisku stórhavnini.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Sambært tíðindastovuni hava havnarmyndugleikarnir í MPA valt at taka loyvi frá skipunum hjá Inter-Pacific. Hvat misbrotið snýr seg um, verður onki sagt um.

 

Fyri einum góðum mánaði síðani misti eitt annað bunkarfelag loyvið at arbeiða við bunkring í Singapor. Tað hendi, eftir at kanningar vístu, at eitt bunkarfelag hevði nýtt eina magnet at óróga sonevndu mongdarflowmetrini á bunkarskipum.

 

Sambært Reuters er Inter-Pacific 26. størsta av 51 leverandørum í Singapor, sum er heimsins størsta bunkarhavn.

 

Kelda: ShippingWatch/Reuters