* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Sirið fegnast um áhugan at gera vindmyllulund í Suðuroy

Freistin at søkja um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri var fríggjadagin 1. mars kl. 12.00. Inn komu tvey boð - frá SEV og frá hollendska vindmylluframleiðaranum EWT.

Boðið frá SEV var áljóðandi 31,55 oyru/kWt og boðið frá EWT var áljóðandi 34 oyru/kWt.

”Eg fegnist um, at áhugi er frá fleiri at seta nýggja framleiðsluorku upp, tí virkin kapping er avgjørt til fyrimuns fyri brúkaran. At vit nú fáa 6 MW av nýggjari vindframleiðslu upp er eitt jaligt stig fyri Suðuroynna, Føroyar og grønu kósina í heila tikið.

Seint í summar er freist at bjóða uppá uppaftur fleiri vindmyllur. Tær verða settar upp á Eiði, og eg vóni og vænti eisini áhuga fyri tí útboðnum”, sigur landsstýriskvinnan í orkumálum, Sirið Stenberg í viðmerking.

Hesi bæði útboðini fara at økja vindorkumáttin frá teimum verandi 18 MW upp á góð 40 MW.

EWT hevur bjóðað við felag undir stovnan, og boðið frá teimum er treytað av, at til ber at fáa føroyskar íleggjarar at luttaka í verkætlanini.  

Orka á Umhvørvisstovuni fer nú at viðgera bæði innkomnu boðini og væntandi verður endalig avgerð tikin, áðrenn marsmánaður er runnin.