* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kombineraða ferðafólka- og bingjuskipið, Zian Zue Lan, verður skjótt upphøgt.

Tá 25 ára gamla ferðafólka- og bingjuskipið, Xiang Xue Lan, um stutta tíð verður høgt upp á einari skipasmiðju í Suðurásia, vera bara seks skip eftir av hesum slagnum í heiminum. Skipið, sum varð smíðað á týskari skipasmiðju, hevði pláss fyri 392 ferðafólkum og 300 20 fóts-bingjum, tað er tað sama sum 300 teu.

 

Skipið varð smíðað sum eitt av fýra samsvarandi skipum, sum China Shipping Group bílegði við tí fyri eygað, at flyta ferðafólk og bingjur millum Hong Kong og havnir á kinesiska meginlandinum.

 

Xiang Xue Lan varð smíðað á MTW-skipasmiðjuni í Týsklandi saman við systurskipinum, Zi Yu, meðan Merwede-skipasmiðjan í Hollandi smíðaði hini bæði skipini.

 

Tá vóru skipini mett at kosta nógv, og tey skuldu vera hágóðskuskip við innrættingarstigi á hædd við reikferðaskip.

 

Men longu tá skipini vórðu handað, var ferðafólkagrundarlagið burtur, so tey vórðu í staðin leigað út sum ferjur.

 

Kelda: TradeWinds