* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
- Sjálvsiglandi skip fara at sleppa okkum undan fleiri feilum, sigur Pia Meling, sum arbeiðir í Massterly.

Sjálvsiglandi skip kunnu minka um vanlukkur á sjónum

- Sjálvsiglandi skip fara at sleppa undan feilum, gjørdum av mannahondum, sigur Pia Meling í Massterly, sum er fyrsta felagið í heiminum, ið rekur sjálvsiglandi skip.

 

- Bæði á vegunum og á sjónum henda vanlukkur, sum standast av menniskjansligum feilum, sigur Pia Meling, varaforseti í Sales & Marketing í Massterly.

 

- Heili 75 prosent av øllum vanlukkum á sjónum standast av mannaávum. Men sjálvsstýrandi heilin troyttast ikki, og hann tekur ikki kensluligar avgerðir. Hann er altíð rasjónellur, og framkomin kameratøkni og sensorskipan ger, at møguligir vandar verða sæddir, langt áðrenn menniskjansliga eygað sær tað.

 

- Møguleikarnir fyri feilum verða tískil minkaðir munandi, og sjálvsiglandi skip fara tískil at betra um trygdina á sjónum, sigur Pia Meling.

 

Kelda: Skipsrevyen