* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjálvstýrandi skip á breddan á ráðstevnu

Danska sjóvinnuráðið varpar saman við Danske Rederier, Danske Maritime og IDA Maritim ljós á sjálvstýrandi skip á eini altjóða ráðstevnu í Keypmannahavn í morgin. Serfrøðingar úr øllum heiminum fara at leggja síni sjónarmið fram.

”Endamálið við ráðstevnuni er at fáa nýggjastu vitanina um maritimu tøkniligu loysnirnar fram í ljósið. Vit skulu halda fram við tætta samstarvi okkara í alheims maritima heiminum, so vit kunnu gagnnýta nýggju møguleikarnar, sum tøkniliga menningin gevur okkum. Eg síggi gagnnýtsluna av talgilding, sjálvstýrandi skipum og nýggjari tøkni sum heild sum avgerandi fyri, at maritima økið kann halda fram við vøkstrinum, sum vit allatíðina hava fyri eyga,” sigur Andreas Nordseth, stjóri í Søfartsstyrelsen.

Danska sjóvinnuráðið gav í fjør út eina undangreining um sjálvstýrandi skip í samstarvi við  DTU. Næsta stigið í arbeiðnum við regulering á økinum er tikið í sambandi við, at Søfartsstyrelsen og Rambøll/CORE seinni í ár koma við eini nýggjari frágreiðing, sum leggur dent á ítøkilig øki, har støða skal takast til regulering, skrivar Søfartsstyrelsen í tíðindaskrivi.

Hetta arbeiði skal tryggja, at Danmark skapar karmarnar, áðrenn vinnan av álvara kann fara undir at brúka nýggjar tøkniligar loysnir í skipaferðsluni.

Ráðstevnan verður hildin í Keypmannahavn í morgin, týsdagin.

Kelda: Søfartsstyrelsen/maritimedanmark.dk