* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjálvuppgávan fyri 2012

 Hey øll.

Ja so eru ikki nógvir dagar eftur til at sjálvuppgávan fyri 2012 skal latast inn. Deadline er so 1. Maj á miðnátt.

Nú er tað soleiðis at Taks hevur gjørt tann møguleikan at mann kann gerða sjálvuppgávuna á Alnótuni, við at fara inná heimasíðuna: www.eskatt.fo, og er hon fyri so vítt einføld at finna rundt í. Men sum við øllum so er tað at, ''øvelse gør mester''... :-)  

Fyri tykkum sum sigla undur Dis skipanuni, so skal bara gevast upp netto inntøkan, og so dagatal undur samdøgursfrádráttur. Her skal skjal nr. 780 brúkast. Tit telja so allir dagar við frá tit fara heimanífrá til tit eru heima aftur. Eisini telja skeiðdagar við. Samdøgursfrádrátturin gerð so tað at nettoinntøkan gerst tað minni, soleiðis at AM gjaldi verður tilsvarandi minni.

Til tykkum sum ivast hvussu gerðast skal, vinarliga set tykkum í samband við Taks, sum hava sett alla orku inn nú mánadagin til og við mikudagin fyri at vegleiða tykkum so gott tey kunna. Fyri at tey kunnu ráðgeva tykkum sum best, so vinarliga gevið til kennar at tykkara fyrispurningur er fyri '' uttanlandsinntøkur''. Eisini er neyðugt at tit hava sjálvuppgávuna fyri 2012, inntøkuseðlar og annað tilfær liggjandi klárt.

Nevnast skal, at viðskiftafolkið kann koma inn á Taks á Hálsi millum kl. 9 og 15, har okkara starvsfólk eru til taks at hjálpa og vegleiða teimum í E-skattaskipanini, umvegis telduna. Um ein ikki kann koma til Havnar, kann man ringja til Taks og gera eina avtalu um at koma inn á Taks í Klaksvík og í Saltangará. Av tí at vit seta alla orku inn í kundatænastuna í Havn hesar seinastu dagarnar innan deadline, er neyðugt at gera eina avtalu, so vit kunnu trygga at tað er starvfólk til staðar á deildinum i Klaksvík og Saltangará, sum kunnu geva tað røttu vegleiðing. Taks er at hitta á 35 26 00.

Til tykkum sum velja at send inn sum post er neyðugt at hettar er Taks í hendi í seinasta lagið 1. maj, men um koyrt verður í postkassan 1. Maj so vit hava tað 2. Maj er Ok.

Vegna Antares og Taks
Martin Sonny Frederiksen og Diana Gilstón.