* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjálvvirkandi kranar og lastbilar í nýggjum havnarterminali í Shanghai

Bingjuhavnin í Shanghai, sum er millum heimsins størstu, hevur tikið heimsins størsta sjálvvirkandi bingjuterminal í nýtslu. Sum frálíður fer terminalurin at kunna handfara 6,3 mió. teu (20-fótsbingjur), skriva fleiri miðlar.

Havnin Shanghai Yangshan Deep Water Port er farin undir næsta stigið í útbyggingini av eini fult sjálvvirkandi bingjuhavn.

Næstu tíðina fer havnin at royna sjálvvirkandi tólini, sum millum annað umfata sjálvvirkandi kranar og sjálvvirkandi lastbilar, sum kunnu arbeiða ómannaðir, skriva fleiri miðlar.

Terminalurin fer, tá royndartíðin er av, at kunna handfara fýra mió.teu.

Ætlanin er, at terminalurin - tá hann er liðugt útbygdur - skal kunna handfara 6,3 mió. teu við hjálp av 25.146 ymiskum kranum og 130 AGV (automated guided vehicle).

"Sjálvvirkandi terminalurin økir ikki bert effektivitetin hjá havnini, men minkar eisini CO2-útlátini við upp til 10 pst.," sigur Chen Wuyuan, formaður í Shanghai International Port Group, um terminalin sambært fleiri miðlum.

Kelda: shippingwatch.dk