* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjey ákærur reistar móti skiparanum og reiðarínum hjá Anitu

Ákæruvaldið hevur givið verjanum hjá skiparanum og reiðarínum hjá Anitu boð um at seta 2,4 milliónir í trygd fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap.
Ákæruvaldið fyrireikar í løtuni ákæruritið móti reiðarínum og skiparanum á Anitu fyri sjey brot á kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. 

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at talan er um sjey brot á kunngerðina. 

1. - 3. ákæra:

Fyrsta brotið snýrs eg um, at gørnini hjá Anitu hava staðið úti longri enn 72 tímar, sum er markið fyri, nær tey skulu verða drigin inn aftur.

Skiparin hevur heldur ikki boðað Vørn frá, á hvørji knattstøðu gørnini stóðu, sum hann annars hevur skyldu at gera.

Anita hevði loyvi at seta 1.400 gørn, men nú Brimil var hjá Anitu, tá gørnini vórðu drigin fyri páskir, vísti tað seg, at skipið hevði heili 4.649 gørn standandi úti á Ytstabanka. Hvørt garn var 27,5 metrar til longdar.

4. - 7. ákæra:

Millum gørnini var ein trossi við svartkalvagørnum. Tað er ikki loyvt at fiska bæði eftir svartkalva og havtasku í senn. Kunngerðin ásetur, at tá lagt verður um frá einum fiskaslagi til annað, skal Vørn hava fráboðan um tað. Men skiparin á Anitu hevði ikki boðað frá hesum.

Eftirlitisfólk frá Brimli, sum kannaðu gørnini, kundu eisini staðfesta, at meskarnar í svartkalvagørnununum, vóru ov smáir.

Sambært kunngerðini um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva, so skal tað skrivast í dagbók, nær gørnini eru sett. Men skiparin á Anitu hevur ikki skrivað í dagbókina, nær gørnini eru sett.

Brimil lá hjá Anitu, meðan tey 4.649 gørnini vórðu drigin. Men eftir øllum at døma gjørdi skiparin á Anitu av, at fiskurin, sum var í gørnunum, skuldi blakast út aftur. Men tað er ólógligt at blaka fisk út, og tí verður skiparin eisini ákærdur fyri tað. 

Óheft meting av útblakaða fiskinum

Ein óheftur metingarmaður hevur gjørt stakroyndir av gørnunum hjá Anitu fyri at meta um virðið á burturblakaða fiskinum.

Í kannaðu gørninum vóru 14,5 tons av krabba, 11,5 tons av havtasku, sum eru 277.000 krónur verd, og 1,9 tons av háva.

Reiðskapurin, sum hald er lagt á, er meira enn 1,6 miljónir krónur verdur.

Ákæruvaldið krevur trygd

Ákæruvaldið hevur givið verjanum hjá skiparanum og reiðarínum hjá Anitu boð um at seta 2,4 miljónir krónur í trygd fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á.

Um teir ikki vilja keypa reiðskapin leysan aftur, minkar kravið um trygd niður í 750 túsund krónur, og so verður reiðskapurin burturbeindur.

Ikki er greitt, nær málið kemur fyri í rættinum.


Kelda: KVF