* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjey bjargaðir eftir stranding

Manningin upp á sjey mans varð bjargað í land av eini tyrlu, eftir at tað 2.900 DWT stóra farmaskipið Optimar Tollaksmessudag sigldi á eitt sker vestanfyri Hestskjæret, nærindis Averøy í Norra. Hetta er sjeyndu ferð, at eitt skip siglur á skerið í nýggjari tíð.

Eftir eina stranding í januar 2015 gjørdu norsku myndugleikarnir av at merkja skerið við eini ljósboyu, men tað hevur ongan mun gjørt. Árenningin hjá Optimar er onnur strandingin, sum er hend á positiónini, eftir at ljósboyan varð tikin í nýtslu.

Optimar er togaður av aftur skerinium og sleipaður til Kristiansund. Her skulu fleiri kanningar gerast, áðrenn gjørt verður av, hvat víðari skal henda.

Kelda: Redningselskapet.no/maritimedanmark.dk