* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjey miljónir krónur til hert eftirlit við svávulútláti

Danska stjórnin ætlar at brúka sjey miljónir krónur til at herða eftirlitið við útlátinum av svávulbitlum frá skipum. Eftirlitið skal tryggja fair kapping fyri reiðaríini og reinari luft til danir, sigur umhvørvismálaráðharrin.

”Tað er umráðandi fyri stjórnina, at skip, ið sigla ígjøgnum donsk farvøtn, halda herdu svávulkrøvini, ið koma í gildi á nýggjárinum. Tað fer at geva okkum øllum somlum reinari luft og tryggja, at donsk reiðarí ikki vera fyri unfair kapping”, sigur Kirsten Brosbøl, umhvørvismálaráðharri.

Donsk reiðarí hava longu gjørt íløgur í tøkni, ið skal tryggja, at skip teirra lúka nýggju krøvini. Men reiðaríini bera ótta fyri, at onnur reiðarí lata seg freista av ikki at gera hesar íløgur fyri á tann hátt at kunna avlaga kappingina.

"Vit brúka pengarnar til at herða eftirlitið bæði í havnum og á sjónum, m.a. við eftirliti úr luftini. Tó er greitt, at donsku átøkini ikki kunnu standa einsamøll, skulu vit tryggja, at skipini halda herdu svávulkrøvini. Tí eru vit í tøttum sambandi við ES og Eystursjóvarlondini til tess at tryggja eina felags og effektiva handhevjan, og eg ætli mær at taka upp beinleiðis samband við starvsfelagar mínar í londunum kring Eystursjógvin og heita á teir um eisini at økja eftirlitið í teirra sjóøki”, sigur Kirsten Brosbøl.  

Í luftpakkanum hjá stjórnini, ”Ren luft til danskerne”, ið varð lagdur fram í juni, eru 75 miljónir krónur settar av til skerjing av bitlaluftdálking í Danmark. Fólkatingið hevur nú játtað tær fyrstu 15 miljónir krónurnar, og av teimum fara tær sjey miljónir krónurnar til eitt hert eftirlit við svávulútlátinum hjá skipum.

Kelda: MaritimeDanmark