* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjey nýggjar battaríriknar ferjur til Fjord1

Norska reiðaríið Fjord1 leggur alstóran dent á battaríriknar ferjur og hevur nú bílagt sjey nýggjar, sum Javyard Design & Solutions hevur sniðgivið. Sáttmálin hevur eitt samlað virði upp á umleið 800 mió. nkr., upplýsir felagið í eini fráboðan til keypskálan.

Fimm av teimum sjey ferjunum skulu byggjast á Havyard Ship Technologi í Leirvik í Norra, meðan tær báðar síðstu skulu byggjast á Cemre Shipyard í Turkalandi.

Ferjurnar skulu setast í innlendissigling í Norra. Tær verða latnar á heysti 2019 og síðani settar í sigling 1. januar 2020.

Fjord1 ASA er størsta ferjureiðaríið í Norra við meira enn 1100 starvsfólkum og einum umsetningi í 2016 upp á 2,38 mia. nkr.

Kelda: Fjord1 ASA