* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjófartslesandi: Við sjóvinnuútbúgving kanst tú bjarga heiminum

Sjófartslesandi: Við sjóvinnuútbúgving kanst tú bjarga heiminum

 

Norska Vivian Jonsson, sum er sjófartslesandi, trýr uppá, at matur úr sjónum verður týdningarmikil í broytingini til eitt burðardygt samfelag. Hon trýr fult og fast uppá, at hennara vinna verður við til at bjarga heiminum frá veðurlagskreppuni.

 

27 ára gamla Vivian Jonsson gongur seinasta árið sum bachelor-lesandi í skipaferðslu og logistikki. Hon lesur á Universitetinum Sørøst-Norge (USN).

 

Í heyst var hon vald út sum starvslesandi í Maritimt Forum, sum er eitt áhugafelag, ið savnar alt yrkið í Noregi, sum fæst við sjóvinnumat.

 

Alt fleiri norsk ungfólk gera sum Vivian Jonsson og velja eina sjóvinnuútbúgving. Í ár vaks umsøkjaratalið til hægri sjóvinnuútbúgvingar við 15 prosentum samanborið við umsøkjaratalið í fjør.

 

- Tá ið tú skalt gera av, hvat tú skal lesa, er tað bæði týdningarmikið og trupult at velja eina leið, sum er júst fyri teg. Forvitnið eftir at kenna møguleikar havsins og serliga tað, sum hendir í grønari skipaferðslu, gjørdi av, hvat eg valdi. Hetta yrkið snýr seg ikki bara um sigling, men eisini um allar aðrar partar av hesum ídnaðinum, sum inniheldur tænastur og útgerð, sigur Vivian Jonsson.

 

Leiðarin í Maritime Forum, Ivar Engan, er væl nøgdur við arbeiðið hjá Vivian, og hann væntar, at fleiri ung nú fara at velja sjóvinnulærugreinar. Hann heldur, at talgilding og grøn sigling fara at vera í miðdeplinum í framtíðini, og hann heldur tað vera av stórum týdningi, at útbúgvingarstovnarnir fylgja við menningini og útbúgva kanditatar, sum vinnulívið spyr eftir.

 

Kelda: Skipsrevyen