* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danski vinnumálaráðharrin hevur biðið Sjóferðslustýrið kannað kynsliga happing umborð á donskum skipum. Tað hendir millum annað orsakað av svenskum kanningum, sum vísa, at kvinnur í sjóvinnuni eru fyri kynsligari happing.

 

- Kynslig happing og kynsligur ágangur á einum hvørjum arbeiðsplássi, millum annað umborð á donskum skipum, hoyrir ongastaðni heima, og kann als ikki góðtakast. Søgur, sum hava verið frammi seinastu tíðina, eru vanæriligar. Vit kunnu ikki liva við, at kvinnur og menn í donskum fyritøkum koma út fyri skemmandi ágangi til arbeiðis, annaðhvørt tað er á sjógvi ella landi, sigur danski vinnumálaráðharrin, Simon Kollerup.

 

Í kanningini kann ágangurin vera happing, kynsliggur ágangur, rasufordómar, mismunur, og átrúnaðarlig happing sum heild í danska flotanum.

 

Kelda: Maretimadanmark