* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjófólk hava uppiborið eitt trygt arbeiðspláss

Síðstu tíggju árini hava 129 persónar latið lív í arbeiðsvanlukkum umborð á norskum skipum. Sjóferðsludirektoratið ætlar nú at geva sjófólkum eitt tryggari arbeiðspláss.

Direktoratið hevur tí valt «Trygt arbeiðspláss umborð» sum serstakt fokusøki í 2015. Málið er at fáa talið á persónsóhappum á sjónum niður. 

Tað skrivar Sjøfartsdirektoratet á heimasíðu síni í dag. 

Í 2013 skrásetti direktoratið 286 arbeiðsóhapp umborð á norskum skipum - av hesum endaðu átta sum deyðsvanlukkur. 

Talið á deyðsvanlukkum higartil í ár er komið upp á átta, tað sama sum alt árið í fjør. Síðstu tíggju árini (2004-2013) doyðu tilsamans 129 persónar í arbeiðsvanlukkum ella í miðal 13 um árið. Talið á persónsskaðum higartil í ár er 164. 

Tað eru serliga stoyti- og kroystskaðar og fall umborð, ið elva til nógva fráveru frá arbeiðnum. Lutfalsliga fáir tilburðir eru, har fólk fara fyri borð. 

- Málið við at velja serstaka fokusøkið í 2015 er at fyribyrgja arbeiðsóhappum og gera tað, ið stendur í okkara makt fyri at geva sjófólkum eitt trygt arbeiðspláss. Sjálvt um vit seinastu árini hava havt eitt gleðiligt fall í talinum á persónsskaðum, eru framvegis alt ov nógv óhapp knýtt at arbeiðnum umborð, sigur norski sjóferðslustjórin, Olav Akselsen. 

Á mongum skipum, tað veri seg fiskiførum ella farmaskipum, verður arbeiði gjørt, har manningin er í serliga stórum vanda. 

Ófráboðað eftirlit fara í 2015 serliga at hava fokus á í hvønn mun vandametingin er gjørd eftir reglunum og at tiltøk, sum reiðarin hevur staðfest, eru sett í verk. 

Eftirlitið fer eisini at tryggja sær, at onnur verndartiltøk umborð eru í lagi. 

Fokusøkið hjá sjóferðsludirektoratinum í ár er «Eldur umborð». Fýrsta hálvár vórðu 308 ófráboðaðar eftirlitsvitjanir gjørdar á 180 fiskiførum, 85 farmaskipum og43 ferðamannaskipum. Úrslitið var 743 áminningar, har 146 vóru knýtt at tiltøkum móti eldi umborð. Nærum tveir triðingar av hesum vórðu givin fiskiførum. Talan er í flestu førum um viðurskifti, ið eru løtt at fáa í rættlag, bæði hvat tíð og kostnaði viðvíkur. 

- Hetta bendir á, at nógv reiðarí ikki taka trygdararbeiðið í nóg stórum álvara, sigur Akselsen.

Kelda: Søfartsdirektoratet