* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjófólk ið verða slept uppá fjall verða betur tryggjað


ILO (International Labour Organisation) hevur á fundi um vikuskiftið økt um trygdina hjá sjófólki í sambandi við fíggjarlig krøv, verða tey slept upp á fjall av einum reiðaríi, sum ikki longur kann ella vil rinda fyri raksturin av einum skipi.

Ein serlig nevnd hjá ILO samtykti leygardagin, eftir tingingar í eina viku, ískoyti til Millumtjóða Maritima Arbeiðssáttmálan (MLC). Ískoytini tryggja sjófólkini fíggjarliga í sambandi við hýru, ið tey eiga til góðar, og heimferð, um eitt reiðarí sleppur teimum upp á fjall í eini havn ella umborð á einum skipi.

Sostatt ber ikki til hjá reiðaríum, ið ikki longur hava fígging til at reka skipið, at renna undan skyldum sínum mótvegis manningini, og at avgreiða støðuna á ein sømuligan hátt.

Nýggju reglurnar bera í sær, at reglurnar í øllum limalondunum skulu rættast á einum punkti, nevniliga í teirri støðu, har eitt reiðarí misrøkir skyldu sína at rinda løn, uttan at vera lýst á húsagang. 

Á ILO-fundinum í Genève vórðu harumframt reglur samtyktar, ið tryggja sjófólkini fíggjarliga í sambandi við avlamni og óarbeiðsføri, orsakað av eini arbeiðsvanlukku umborð. 

Broytingarnar vórðu samtyktar við stórum meiriluta, og onki land atkvøddi ímóti.


Kelda: Danska Reiðarafelagið