* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tað loysti seg hjá Dánjali Jákupi Meinertsson at taka dystin upp við Heilsutrygd um at fáa afturgoldið tað, sum hann av órøttum rindaði í heilsutrygd, meðan hann sigldi við norskum skipi. Nú hevur hann fingið viðhald frá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum í kravi sínum.

Heilsutrygd skal afturrinda Dánjali Jákupi Meinertsson, maskinmeistara, inngjøld frá 14. august 2013 og fram til 6. mai 2014, sum hann hevur goldið inn av órøttum.

Leivur Hansen

Tað loysir seg viðhvørt at vera treiskur og stríðast fyri tí, ein heldur vera rætt.

Tað kann ein suffandi, men tó fegin Dánjal Jákup Meinertsson, maskinmeistari, á Norðoyri, vátta.

Eftir togan í fýra ár við Heilsutrygd, hevur Kærunevndin í almanna- og heilsumálum nú givið honum viðhald í kæru um afturrindan av inngjøldum, sum hann hevur goldið av órøttum í tíðarskeiðnum frá 14. august 2013 til 6. mai 2014, tá hann sigldi við norskum skipi.

Í frágreiðing frá Kærunevndini um málið, kemur fram, at Heilsutrygd 10. september 2015 boðaði frá, at tað vildi afturrinda Dánjali Jákupi Meinertsson allan peningin, hann hevði goldið inn í hesum tíðarskeiðnum, men síðani tekur stovnurin hesa avgerð aftur og sýtir nú fyri at afturrinda peningin.

Eftir at hava viðgjørt málið av nýggjum, tók Heilsutrygd 28. oktober í fjør avgerð um, at hann hevði rætt til at verða frítikin fyri heilsutrygdargjald í omanfyri nevnda tíðarskeiði, tí hann var fevndur av norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygging, og at hann var limur í og rindaði til Norsk Folketrygd, og sostatt ikki eisini átti at rinda heilsutrygdargjald.

Kortini vildi Heilsutrygd bert afturrinda inngjaldið frá tí degnum, hann sendi fráboðanina inn um, at hann steðgar sínum inngjaldi til Heilsutrygd (7. mars 2014, blm.) og fram til 6. mai 2014 – ella tvey inngjøld tilsamans.

Skyldan hjá borgaranum at siga frá

Heilsutrygd leggur dent á, at tey ikki vistu ella áttu at vita, at gjald varð kravt frá fólki, sum ikki høvdu skyldu at rinda.

Eingin fráboðanarskylda er, og londini, sum eru umfataði av skipanini, hava onga sjálvbodna fráboðanarskyldu.

-Tað má tí leggjast til grund, at tað er skyldan hjá borgaranum at gera vart við hesi viðurskifti, tí myndugleikin hevur ikki møguleika at staðfesta møguligar feilir, sigur Heilsutrygd.

-Hetta eru viðurskifti, sum tala fyri, at innkravd gjøld kortini ikki verða afturgoldin. Í hvussu er talar hetta fyri, at ein møgulig afturgjaldsskylda ikki verður toygd longur aftur enn til tann dagin, tá viðkomandi borgari ger vart við seg mótvegis Heilsutrygd.

-Arbeiðstakarin er sostatt tann einasti, sum frammanundan hevur neyðugu upplýsingarnar, sum skulu til fyri at steðga uppkrevjingini frá Heilsutrygd, tá hesin velur at gera brúk av møguleikanum í øðrum norðurlondum, ið hevur við sær, at viðkomandi verður fevndur av eini heilsutrygdarskipan har, sigur Heilsutrygd og leggur aftrat, at frítøkan fyri gjald framgongur heldur ikki staðiliga av lógini um heilsutrygd.

Eingin umbering

Dánjal Jákup Meinertsson vísti í sínum svari til Kærunevndina á, at ein borgari kann ikki sleppa undan at gjalda almenn gjøld við at siga, at hann ikki visti, at hann skuldi gjalda. Hann verður tá kravdur eftir írestandi gjøldum, tí tað er sjálvsagt ikki ein umbering fyri ikki at gjalda, at ein ikki kennir landsins lógir.

-Tað sama er galdandi fyri ein almennan stovn, at hann bert kann krevja inn skatt og avgjøld, sum hava lógarheimild. Tað hevði eisini verið í stríð við allar galdandi grundreglur, at ein almennur stovnur kann krevja inn gjøld við tí grundgeving, at stovnurin ikki kennir landsins lógir. Ikki at vita, er ikki ein haldbar umbering, og um so var, so varð fullkomið anarki á almenna innkrevjingarøkinum. Innkrevjing av skattum og avgjøldum krevur greiða lógarheimild, og hesa lógarheimild hevur Heilsutrygd ikki havt, vísti Dánjal Jákup Meinertsson m.a. á.

Krav hansara var tí einfalt: Goldið er av órøttum, og tí eigur at verða afturgoldið.

Í øðrum lagi gjørdi hann galdandi, at Heilsutrygd ikki kundi skjóta seg undir, at stovnurin onki visti fyrrenn fráboðanina 7. mars 2014, tí skrivliga samskiftið millum hann og Heilsumálaráðið, Heilsutrygd og Almannaráðið gongur í minsta lagi aftur til 6. mars 2013, tá hann sendi fyrispurning til og fekk svar frá einum fulltrúa í Heilsumálaráðnum, sum mælti honum til at venda sær til Almannaráðið.

Hetta gjørdi hann nakrar dagar seinni, men ikki fyrrenn 11. februar árið eftir kom svar haðani, um at fyrispurningurin var viðgjørdur í samráð við Heilsutrygd, og at niðurstøðan var, at norðurlendski sáttmálin um sosialar tryggingar ikki regulerar innlendis viðurskifti í Føroyum.

Púra burturvið

Hesa støðu heldur Heilsutrygd fast um til miðskeiðis í 2015.

-Tá finni eg sjálvur útav, greiðir Dánjal Jákup Meinertsson víðari frá, at grein 55 í stýrisskipanarlógini ger greitt, at uppáhaldið hjá Almannaráðnum og Heilsutrygd er púra burturvið, og at tey, ið umsita millumtjóða sáttmálar í okkara fyrisiting – og sum eftir øllum at døma eru ráðgevar hjá Heilsutrygd í aktuella málinum – ikki hava kunnleika til, hvussu hesir sáttmálar hava heimild í føroyskari lóggávu.

- Ikki fyrrenn ein vanligur privatur borgari av tilvild fær kunnleika til hetta og lærir tey. Hevði kunnleiki verið í umsitingini til Stýrisskipanarlógina, hevði umsitingin hjá Heilsutrygd hesum viðvíðkjandi verið broytt longu á vári 2013, staðfestir Dánjal Jákup Meinertsson.

Við hesum grundgevingum mælti hann Kærunevndini í almanna- og heilsumálum at taka støðu til, um Heilsutrygd átti at endurrinda honum alla upphæddina, ið hann av órøttum varð kravdur eftir, tvs. inngjøld frá 14. august 2013 til 6. mai 2014.

Kærunevndin broytir avgerð

Kærunevndin staðfestir í avgerð síni, at fyrispurningurin frá kæraranum 6. mars 2013 er at rokna sum ein umsókn ella fráboðan um frítøku av at skula gjalda heilsutrygdargjald.

Kærarin eigur tí ikki at bera ábyrgdina av, at avvarðandi myndugleikar eru langa tíð um at venda aftur við einum svari, tá langa viðgerðartíðin ikki stavar frá vantandi upplýsingum frá kæraranum í mun til at viðgerðin av málinum kundi fara í gongd, men hinvegin vantandi kunnleika hjá avvarðandi myndugleikum í mun til, hvussu málið skuldi handfarast sambært viðkomandi lóggávu v.m.

Kærunevndin broytir somuleiðis avgerðina hjá Heilsutrygd um at afturkalla avgerð sína 10. september 2015 um at afturrinda kæraranum inngjøldini frá 14. august 2013 til 6. mai 2014.

Hetta verður gjørt sambært rættarregluna um “condictio indebeti”, sum merkir, at ein persónur eftir umstøðunum kann hava eitt afturgjaldskrav mótvegis myndugleikunum, tí viðkomandi persónur hevur goldið í skeivari trúgv um, at hann hevði skyldu at gjalda.

Kærunevndin sigur, at avgerð hennara er grundað á, at fyrispurningurin hjá kæraranum 6. mars 2013 er at meta sum ein fráboðan um frítøku av heilsutrygdargjaldi, og at víst er ikki á nøktandi umberandi orsøkir fyri at sýta afturrindan av heilsutrygdargjøldum fyri tíðarskeiðið frá 14. august 2013 og fram til 7. mars 2014.

Avgerðin hjá Kærunevndini er endalig innan fyrisitingina, men kann leggjast fyri Føroya Rætt.

Á fund við trivnaðarnevndina

Dánjal Jákup Meinertsson, sum eisini er nevndarlimur og fyrrverandi formaður í áhugafelagnum hjá føroyingum í starvi uttanlands, Antares, er sum vera mann fegin um avgerðina hjá Kærunevndini.

Tó nívur útsøgnin hjá Heilsutrygd, um at tey ikki vistu ella áttu at vita, at gjald varð kravt frá fólki, sum ikki høvdu skyldu at rinda, hann framvegis.

-Umframt at eg boðaði frá í mars 2013, so veit Taks, hvør er umfataður av td. Folketrygd, tí hetta hevur verið partur av sjálvuppgávuni síðani 2012. Og Taks er innkrevjari fyri Heilsutrygd. Eg hevði hildið tað verið líkatil, at Heilsutrygd tosaði við Taks, tá spurningurin verður reistur í 2013, men tey valdu heldur kategoriskt at avvísa øllum. So tey kunnu ikki umbera seg við, at tey ikki vita og ikki kunnu vita, staðfestur Dánjal Jákup Meinertsson turrisliga.

Hann heldur eisini, at avgerðin hjá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum eigur at hava týdning fyri løgtingsviðgerðina av lógaruppskotinum um broyting av heilsutrygdarlógini, og hevur tí sent avgerðina til trivnaðarnevndina, sum viðger uppskotið í løtuni, saman við umbøn um fund.

FAKTA

Lógin um almenna heilsutrygd er frá 22. desember 2009, seinast broytt við løgtingslóg 24. desember 2015.

Grein 14 í lógini ásetir eina gjaldsskyldu fyri øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av lógini.

Tey skulu gjalda 175 kr. um mánaðin umframt 0,60 % av skattskyldugu inntøku sínari til Heilsutrygd.