* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Smuglaraskipið, Duncan Island, hevði 100 kilo av kokaini umborð.

Sjómaður úr Letllandi skuldsettur fyra at smugla kokain

Ein 48 ára gamal letti er skuldsettur fyri at hava smuglað 100 kilo av kokaini til Danmarkar. Kokainið varð tveitt fyri borð av bingjuskipinum, Duncan Island, út fyri Langeland 14. februar í ár. Tríggir mans tóku kokainið uppaftur úr sjónum.

 

Trupulleikin hjá smuglaranum var tann, at løgverjan hevði fingið eitt prei um smuglingina, og í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í trimum londum vórðu teir tríggir menninir handtiknir, meðan onnur løgverjufólk steðgaðu skipinum sunnanfyri Gedser, og handtók manningina.

 

23 av manningini uppá 24, vórðu seinni latin leys, eftir at kanningar hjá løgverjuni ikki kundu prógva, at onnur enn lettiski sjómaðurin, sum nú er skuldsettur í málinum, vórðu við í smuglingini.

 

Teir tríggir menninir, sum tóku kokainið upp úr sjónum, eisini eysturevropearar, eru skuldsettir fyri rúsevnishandil, við at hava tikið ímóti so nógvum kokaini.

 

Skuldsetti lettin var yvirmaður umborð á bingjuskipinum, sum var á veg úr Suðuramerika til Russlands.

 

Kelda: TV2/Fyn og Maritimedanmark