* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjómansmissiónin verður 100 ár

Seinni í ár eru 100 ár liðin, síðani Føroyska Sjómansmissiónin fór undir skipað arbeiði, og tað verður hátíðarhildið á ymiskan hátt ígjøgnum árið.

Sjómansmissiónsarbeiðið byrjaði í Suðuroy í august í 1918, og endamálið hevur alla tíðina verið á ymsan hátt at bera sjófólki okkara kristna gleðiboðskapin um Jesus Kristus, Guds Son og frelsara heimsins, umframt at stuðla sjófólkinum á aðrar hættir.

Sum kunnugt eru sera stórar broytingar farnar fram í gerandisdegnum hjá sjófólkinum hesa øldina, bæði viðvíkjandi arbeiðsumstøðum, fiskileiðum og arbeiðsmynstri, og hesum hevur sjómansmissiónin støðugt roynt at laga arbeiði sítt eftir.

Í dag er ein sjómanstrúboðari í starvi, ið fyrst og fremst vitjar umborð á skip og bátar í Føroyum, umframt at vitja teir umleið 40 sjómanskvinnuringarnar kring landið.

Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið verður almenn móttøka í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 5. mai kl. 14:00-16:30. Hetta er samstundis partur av árligu Landsstevnuni hjá sjómanskvinnuringunum.

Á skránni verður sangur, stutt frágreiðing um arbeiðið, heilsanir, drekkamunnur, umframt at nýtt búmerki verður avdúkað.

Eisini verður høvi at heilsa uppá Torleif Johannesen, ið hevur starvast sum sjómanstrúboðari í Føroyum í 25 ár.Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna!

Ein annar táttur í hátíðarhaldinum eru hugnaligar samkomur í teimum ymsu økjunum kring landið seinni í ár, har greitt verður frá arbeiðnum hjá sjómansmissiónini í orði, myndum og øðrum.

Miðað verður harumframt eftir at geva bók út seinni í ár, sum skal geva yvirlit yvir søguna hjá sjómansmissiónini.

Kelda: Kirkjuliga Heimamissiónin