* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjórænarar í Guineaflógvanum hava frítt spæl

Talið á rændum sjófólkum í Guineaflógvanum uttan fyri Vesturafrika kom síðsta vikuskiftið upp í meira enn 50 bara higartil í ár, men altjóða samfelagið ger kortini onki. Tað er í grovari andsøgn til altjóða arbeiðið, sum varð gjørt, tá sjórænarar herjaðu út fyri Somalia.

 

“Onki verður í løtuni gjørt við nigerianska sjórænaratrupulleikan, tí alt snýr seg um Covid-19 í løtuni,” sigur Jakob Larsen, sum er leiðari fyri trygd á sjónum í Bimco (Baltic and International Maritime Councel).

 

“Vit verða noydd at gera eitthvørt øðrvísi, um vit nakrantíð skulu minka um nigeriansku sjórænaraálopini, sum eru ein marra fyri allan Guineaflógvan,” sigur hann við Lloyds List.

 

Sambært aðalskrivaranum í Bimco, Angus Frew, eydnaðist tað ikki at berja nigeriansku sjórænararnar niður í 2019. Hesir sjórænarar rændu annars 146 sjófólk, drupu fýra trygdarfólk og tvey sjófólk, og løstaðu uppaftur fleiri.

 

Tað undrar Angus Few, at ikki eitt einasta altjóða herskip er sett inn í anti-sjórænaraátøk “uttan av reinari tilvild”, og at nigerianski flotin ikki hevur tikið ein einasta sjórænara til fanga.

 

“Sjórænarar uttanfyri Nigeria hava herjað alt tað, eg minnist. Men nú er tað komið upp í eina slíka hædd, at støðan á ongan hátt kann góðtakast,” sigur Angus Frew.

 

Sjórænararnir í Nigeria eru væl skipaðir og rættiliga professjónellir við innsavnan av upplýsingum um møgulig álopsmál. Teir hava eisini lopið á skip í 2019 - nógv longri frá landi enn árini frammanundan.

 

Kelda: Maritimedanmark