* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Pomerenia Sky.

Sjórænarar lata 11 gíslar leysar

Ellivu sjófólk, sum sjórænarar tóku til gísla av bingjuskipinum, Pomerenia Sky, hin 28. oktober, eru nú latin leysaftur. Farmaskipið var á veg móti nigeriska havnarbýnum, Onne, tá manningin varð rænd.

 

- Øll manningin, sum sjórænarar rændu av einum bingjuskipi uttanfyri strondina í Nigeria í oktober, teirra millum átta póllendingar, er bjargað, og koma nú heim aftur til familjur sínar. Vit vilja fegin takka reiðaranum, starvsfólkum hansara og ráðgevum fyri professjónellu handfaringina av hesum trupla máli. Vit eru eisini takksom fyri hjálpina, vit hava fingið í Nigeria, segði pólska uttanríkismálaráðið týsdagin.

 

Sjórænararnir lupu á bingjuskipið, MV Pomerenia Sky, sum Midocean (IOM) Ltd. eigur, og settu kós ímóti havnini í Onne.

 

Um loysigjald er goldið fyri gíslarnar, verður onki sagt um.

 

Kelda: Maritime Danmark