* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjórænarar lupu á handilsskip


Bæði skip og manning hava tað gott eftir eitt miseydnað sjórænaraálop leygarnáttina í einum sokallaðum "tryggum akkersplássi" út fyri Lagos í Nigeria. Hetta var annað álopið út fyri Nigeria í fáar dagar.

Manningin á skipinum bað um hjálp sambært Maritime Domain Awareness fyri Trade-Gulf of Guinea. Manningin á navnleysa skipinum setti seg eisini í samband við eitt herflotaskip, sum helst fekk sjórænararnar at flýggja. 

Sambært frágreiðingum er onki stolið úr skipinum, eins og heldur ongin av manningini fekk skaða.

Hendingin hendi bert tríggjar dagar eftir, at skotið varð eftir einum turrfarmaskipi á eini leið út fyri Norðurnigeria. Tá eydnaðist skipinum at sleppa undan tveimum skjóttgangandi bátum við sjórænarum við at seta fulla ferð á.

Kelda: TradeWinds