* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjórænarar tóku seg leygardain umborð á hetta skipið, og teir rændu 12 av manningini, sum taldi 19.

Sjórænarar rænt 12 fólk av sveisiskum farmaskipi

Sjey onnur av manningini vóru umborð á farmaskipinum hjá Massoel Shipping, Glarus, tá hendingin fór fram leygardagin.

 

Farmaskipið sigldi við hveiti Millum Lagos og Port Harcourt í Niger Deltanum, og álopið fór fram einar 45 fjórðingar í ein útsynning úr Bonny Island.

 

Sjórænararnir brúktu langar leytarar at koma sær upp á skipið, og har nýttu teir hárhvøss amboð at kvetta veirar og jarntræðrir, sum vóru settur upp at forða fyri slíkum álopum. Soleiðis fingu teir sær atgong til skipið, og áðrenn teir fóru av aftur skipinum, oyðiløgdu teir alla samskiftisútgerðina umborð.

 

Massoel Shipping boðar frá, at reiðaríið er í tingingum við stjórnina í Nigeria og við serfrøðingar fyri at tryggja, at rænda manningin verður latin leys aftur skjótast tilber. 

 

Nigeriansku sjóvinnumyndugleikarnir og trygdarstovnurin siga, ar sjey av rændu monnum eru filipinar, ein er úr Slovenia, ein úr Ukraina, ein úr Romenia, ein úr Kroatina og ein er úr Bosnia.

 

Kelda: The Maritime Executive