* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Átta av manningini á Happy Lady eru rænd av skipinum.

Sjórænarar rænt 8 av grikskum skipi

Vápnaðir sjórænarar hava aftur lopið á skip í Guinea-Víkini. Hesaferð varð lopið á eitt grikst tangaskip uttanfyri Kamerun. Ein av manningini varð særdur og átta onnur vórðu rænd, upplýsir grikska sjóvinnumálaráðið.

 

Produkttangaskipið, Happy Lady, lá fyri akker einar tveir fjórðingar uttanfyri oljuterminalin í Kamerun, tá álopið varð framt. Sjórænararnir rændu ein ukraina, tveir av Filipsoyggjum og fimm grikkar av manningini uppá 28 íalt. Ein grikskur sjómaður varð løstaður í álopinum.

 

Álopið varð framt mánakvøldið, og fær talið av rændum sjófólkum upp í 57 bara í desember 2019, sambært sjófarts-trygdarfelagnum, Dryad Global.

 

Sambært Dryad Global er orsøkin til vaksandi talið av álopinum ein blandingur av fleri faktorum, millum annað at skipini liggja í longri tíð við terminalarnar. Ein onnur orsøk er vantandi samanhangandi inntriv móti sjórænarum frá mynduleikanna síðu í fleiri londum í økinum.

 

Kelda: Maritimedanmark / Maritime Executive