* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjórænarar rænt hollendskt skip

Fleiri av manningini vórðu rændir av skipinum, tá sjórænarar tóku seg upp á hollendska skipið, FWN Rapide, nærindis innsiglingina til Port Harcourt í Nigeria leygarmorgunin.

 

Tað var hollendska reiðaríið, Forrest Wave, sum boðaði frá hesum í einum tíðindaskrivi leygardagin.

 

- Líkt er til, at fleiri av manningini tíverri eru tiknir av skipinum, sigur reiðaríið.

 

Sambært NL Times eru tólv av manningini tiknir gíslar, og øll manningin er útlendsk, t.e. at manningin ikki er hollendsk.

 

Reiðaríið hevur havt sambandi við manninginga, sum framvegis er umborð á skipinum, og nú verður arbeitt við at flyta skipið á eitt tryggari stað.

 

- Vit hava samband við myndugleikarnar, og hava eisini samband við avvarðandi. Fyri trygdina hjá gíslunum kunnu vit ikki koma við meira kunning í løtuni, sigur reiðaríið.

 

FWN Rapide varð smíðað í 2005, og siglir undir hollendskum flaggi. Skipið var á veg úr Takoradi í Ghana til Onne í Nigeria.

 

Kelda: NL Times og Søfart