* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjórænarar lupu á B Ocean og stjólu lastina við olju.

Suðurkoreiska tangaskipið, B Ocean, gjørdist fyrsta álopsmálið hjá sjórænarum í ár, tá tað varð rænt 53 fjórðingar í ein útsynning úr Abidjan á Fílabeinstrondini.

 

Síðan sást skipið ikki á AIS-inum í í minsta lagi 17 tímar. Sjórænararnir stjólu lastina av olju av skipinum og hvurvu.

 

SK Shipping í Suðurkorea rekur 5.700 dvt stóra skipið, og sambært trygdarfelagnum, Dryad Global, sigldi tað sum bunkarskip, tá tað var álopið.

 

Øll manningin hevur tað gott eftir ránið og boðað er ikki frá nøkrum skaðum á sjálvt skipið.

 

Økið við Fílabeinstrondina í vestara partinum av Guineavíkina hevur annars higartil fingið frið fyri sjórænarum. Tað kann ikki sigast um restina av økinum við Guineavíkina.

 

Kelda: TradeWinds / Maritikedanmark