* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ekvadorski miðilin, Expresso, skrivar um eitt sjórænaraálop á eitt skip í Guayaquil-víkini, har vápnaðir sjórænarar gingu upp á bingjufeedaran, Pacora, brutu inn í og stjólu úr níggju ávísum bingjum. Eftir tað rýmdu teir av aftur skipinum.

 

Tá ein av manningini av óvart kom fram á sjórænararnar, tóku teir telefon og samskiftistól frá honum, áðrenn teir 40 minuttir seinni rýmdu av skipinum, har tveir smærri bátar bíðaðu eftir teimum. Við sær høvdu teir tjóvagóðsið.

 

Eingin av manningini fekk løst í hendingini, men onkur teirra tók tað, sum fór fram á dekkinum, upp við telefon, meðan skipið helt fram kós sína móti Balboa við innsiglingina til Panamaveitina.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=oOkbfEfbsbc]
Upptøkur av hendingini, tá sjórænarar brutu seg inn í bingjur.