* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjórænarar tikið ferðafólk til gísla uttanfyri Kamerun

Seks vápnaðir sjórænarar lupu sunnudagin á ein manningarbát fimm fjórðingar uttanfyri Limbe í Kamerun, og tóku eitt ferðafólk til gísla. Manningarbáturin var á veg úr havnini í Limbe til eitt skip, sum lá fyri akker tætt við, tá sjórænararnir lupu á.

 

Gíslatiknað ferðafólkið skal vera tikið til Bakassi-hálvoynna.

 

Álopið varð framt aftaná 10 friðarligar dagar í Guineavíkini. Seinast, frætt varð frá líknandi hending í økinum, var 21. januar, tá sjórænarar lupu á MSC Grace, sum var á veg frá Lagos til Port Harcourt.

 

Tá varð sagt, at ein skjóttgangandi svartur bátur við 15 vápnaðum sjórænarum og einum hvítum flaggi, skutu móti farmaskipinum, MSC Grace. Men trygdardeild umborð á farmaskipinum fingu sjórænararnar at taka til rýmingar.

 

Guineavíkin er í løtuni vandamiklasta havumráðið at sigla í, tá tað kemur til vandan fyri sjórænaraálopum.

 

Kelda: Maritime Danmark