* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjórænarar tóku seg í farnu viku upp á Maersk Newbury, meðan skipið var statt í Ekvador.

Sjórænarar tóku seg umborð á Maersk Newbury

Týsdagin í farnu viku tóku sjórænarar seg umborð á Maersk Newbury, sum var statt í ekvadorskum sjógvi. Loðsur var júst komin umborð, og hann skuldi loðsa Maersk Newbury inn í Guayaquil-ánna í Ekvador.

Sambært asiatiska sjórænara-ansingarstovninum, ReCAAT ICC, boðaði skiparin myndugleikunum frá, tá hann fann útav, at fremmandafólk vóru komin umborð á skipið.

Sambært World Maritime News og Ships and Ports, varð ein av manningini hildin aftur við valdi eina løtu, og hann fekk løst í pannuna. Seinni eydnaðist tað allari manningini at goyma seg í einari goymslu.

Tá ið sjórænarar varnaðust, at manningin hevði fingið sent boð frá sær, rýmdu teir.

Sjóverjan í Ekvador hevur kannað skipið, men fann ongan av sjórænarunum. Skipið helt síðan fram leið sína.

Maersk Newbury varð smíðað í Suðurkorea í 2001, og er 2.556 TEU stórt.

 

Kelda: World Maritime News