* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vápnaðir sjórænarar gingu mánadagin í hesi vikuni upp á tangabátin, STI Hammersmith, og stjólu ymiskar ognir frá manningini.

Sjórænarar tóku seg umborð á tangabát í Vesturafrika

Fýra vápnaðir sjórænarar tóku seg mánadagin í hesi vikuni umborð á tangabátin, STI Hammersmith, meðan hann lá fyri akker í Guinea.

 

IMB Piracy Reporting Centre boðar frá, at tangabáturin lá fyri akkeri í Conakry Anchorage, tá vápnaðu sjórænararnir gingu upp á skipið um midnáttarleitið 17. september.

 

Í álopinum skutu sjórænararnir móti kúgveygunum á brúnni og brutu sær veg inn til kømrini. Ímeðan manningin stongdi seg inni í einum verndarrúmi, rannsakaðu sjórænararnir kømrini, og stungu av við ymiskum persónlium ognum hjá manningini. 

 

Seinni kom ein bátur frá sjóverjuna til hjálpar, men tá vóru sjórænararnir rýmdir.

 

STI Hammersmith varð smíðað í 2015, og tað er Scorpio Tankers, ið eigur skipið. Tað var júst komið til Conakry Anchorage frá Las Palmas, tá sjórænararnir komu umborð.

 

Ongin av manningini fekk mein av hendingini.

 

Kelda: gCaptain