* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Herfólk á Esbern Snare tóku fýra gíslar í november.

Sambært sjórænaranum, sum í farnu viku var í grundlógaravhoyri í Býarrættinum í Keypmannahavn, vóru tað danskir hermenn í tyrlu hjá Esbern Snare, ið byrjaðu at skjóta móti tí, teir mettu vera sjórænarar, fyrst. Hendingin fór fram í Guineavíkini í november í fjør.

 

- Teir byrjaðu bara at skjóta eftir okkum, segði hann í Býarrættinum.

 

Hetta skuldi fáa sjórænararnar at sigla ímóti bátinum hjá froskmannaliðnum fyri at fáa hjálp. Teir vistu bara ikki, at talan var um eitt hernaðarfar, segði skuldsetti sjórænarin.

 

Hann greiddi eisini frá, at vápn vóru umborð á báti teirra og ein stigi, og at ein í “sjórænarabátinum” byrjaði at skjóta í sjálvverju.

 

- Tað varð rópt, at onkur roynir at drepa okkum, segði maðurin í Keypmannahavnar Býarrætti.

 

Sjórænarin, sum varð førdur inn í rullistóli, segði frá við lágari rødd – og spakuliga. Hann sá út at vera móður. Fleiri ferðir heitti tolkurin á hann at taka uppaftur.

 

Í skotbardaganum í november fekk hesin sjórænarin álvarsligan skaða, sambært tí, hann sjálvur sigur, at tí at skotið verð eftir bátinum, sum sakk, og tá kom annað bein hansara í klemmu í krúvuna. Skaðin varð so stórur, at beinið síðan tikið av.

 

Kelda: Søfart