* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjótryggingarfelag letur upp skrivstovu í Hollandi eftir Brexit

Avgerðin hjá Bretlandi um at fara úr ES fær nú eitt stórt sjótryggingarfelag at lata upp skrivstovu í Hollandi. UK P&I Club boðar frá, at hollendska deildin verður latin upp til tess at sleppa undan, at kundarnir hjá felagnum fáa ampa av, at Bretland fer burturúr evropeiska samstarvinum.

Nevndin í felagnum tók avgerðina um hetta á fundi í oktober. Hvar og nær skrivstovan letur upp, verður kunngjørt seinni, sigur UK P&I Club í eini fráboðan.

Sokallaða Brexit-fólkaatkvøðan, ið endaði við, at ein meiriluti av bretum atkvøddi fyri at fara úr ES, varð hildin í juni 2016. ES og Bretland saamráðast nú um treytirnar fyri bretska exit-inum, sum sambært ætlanini kemur í gildi 29. mars 2019.

Tað er framvegis ógvuliga ógreitt, hvørja atgongd Bretland fer at fáa til evropeiska marknaðin aftaná. Tí eru fleiri feløg, herundir fleiri bankar, farnir at hyggja at møguleikunum at flyta skrivstovur sínar úr London til aðrar evropeiskar býir sum París og Frankfurt.

UK P&I Club leggur tó dent á, at kundarnir varðveita sambond síni í Onglandi og Grikkalandi, um skip teirra í løtuni eru tryggjað í øðrum av teimum báðum londunum.

Kelda: shippingwatch.dk