* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fleiri bretsk tryggingarfeløg fyrireika seg at flyta á europeiska meginlandið við høvuðsskrivstovum sínum eftir Brexit.

Sjóvartryggingarfelag velur Rotterdam eftir Brexit

Bretska sjóvartryggingarfelagið, UK P&I Club, hevur nú gjørt av, hvar teirra nýggja evropiska skrivstova skal liggja eftir Brexit. Skrivstovan verður flutt til Rotterdam sum beinleiðis avleiðing av Brexit.

 

Nýggja hollendska deildin verður latin upp fyri at sleppa undan, at handilsvirksemið verður ávirkað, tá Stórabretland fer úr ES og møguliga missir atgongd til evropiska felagsmarknaðin.

 

“Tað verður ikki bara talan um eitt messing-skelti á einari hurð. Seks til átta fólk vera í starvi á deildini frá byrjanini, og seinni vera tey ivaleyst fleiri. Kostnaðurin av skrivstovuni í Rotterdam verður lægri enn í London, so har er eisini peningur at spara,” sigur forstjórin í UK P&I, Andrew Taylor, við Reuters.

 

Fleiri bretsk tryggingarfeløg hava gjørt av at lata deildir upp í Evropa í kjalarvørrinum á ætlanini um Brexit.

 

Kelda: ShippingWatc/Reuters