* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Øll vórðu bjargað, tá eitt fiskiskip úr Ekvador brádliga fekk slagsíði og sakk.

Sjóverjan bjargaði sjóverjufólkum

Tað, sum bara skuldi vera eitt heilt vanligt eftirlit, gjørdist í staðin ein ógvuslig hending fyri nøkur í amerikonsku sjóverjuni í farnu viku. Tólv mans frá sjóverjuni vóru farnir umborð á eitt 160 føtur langt fiskifar úr Ekvador við 25 fiskimonnum umborð, tá báturin brádliga fekk stóra slagsíðu.

 

Tað gjørdist brádliga vandamikið at vera umborð, tá báturin fekk ógvusligu slagsíðuna. Tað eydnaðist 16 fiskimonum og monnum frá sjóverjuni at koma í ein bjargingarbát, meðan 20 aðrir krøktu seg fastar í eitt garn, sum lá upp móti skipssíðuni, meðan ein einstakur krøkti seg fastan í sjálvan skrokkin.

 

- Manningin á sjóverjuskipinum bar skjótt at, og tað eydnaðist at bjarga øllum, segði leiðarin í hesi amerikonsku sjóverjudeildini.

 

Upplýst verður, at øll hava tað gott. Skipbrotið verður nú kannað.

 

Kelda: Maritime Danmark