* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjóvinnubrøvini skulu endurnýggjast

Sum partur av STCW 2010-sáttmálanum eru nýggj krøv komin til sjóvinnubrøvini hjá navigatørum. Allir navigatørar skulu hava endurnýggjað síni sjóvinnubrøv til eitt STCW 2010-bræv innan 1. januar 2017. Saman við nýggju sertifikatunum fylgja harumframt nýggj krøv um skeið.

”Vit hava syrgt fyri, at øll gomul sertifikat  - STCW 95 – fara úr gildi í seinasta lagi 31. desember 2016. Sostatt skulu øll donsk sjóvinnubrøv skiftast út innan henda dagin”, sigur Klaus Frost Geertsen, ráðgevi í Sjóferðslustýrinum.

Sjóferðslustýrið er longu farið undir at útflýggja nýggj brøv, so um eitt bræv stendur til útskifting, ber longu nú til at fáa nýggja brævið, sum er galdandi í fimm ár.

Broytingarnar í STCW-sáttmálanum bera í sær, at allir navigatørar skulu hava eina útbúgving í ECDIS, um teir skulu sigla við skipum, ið eru útgjørd við ECDIS.

Øll, ið hava staðið eina navigatørútbúgving síðani desember 2002, hava fingið útbúgving í ECDIS sum part av undirvísingini. Fyri heimaskiparar er útgangsstøðið desember 2008, men hetta verður kannað nærri í sambandi við umsóknina út frá útbúgvingini, viðkomandi hevur tikið.

Hevur tú eina útbúgving, sum er eldri enn nevndu dagsetingar, verður neyðugt at taka eitt skeið í ECDIS, sum kann fáast við at venda sær til góðkendar skeiðsfyriskiparar. Hevur tú ikki útbúgving í ECDIS, kanst tú kortini fáa eitt STCW 2010 bræv útflýggjað, men tað verður við átekning um, at brævið ikki er galdandi til skip, útgjørd við ECDIS.

Kravið um ECDIS-skeið er longu galdandi nú, um tú skalt hava nýtt sjóvinnubræv.

Tá sjóvinnubrøv, útskrivað sambært STCW 2010, skulu endurnýggjast, verður tað við kravi um, at móttakarin hevur verið til endurvenjingar í sjótrygd og brunaviðurskiftum. Fyrstu brøvini skulu endurnýggjast í 2017, men Sjóferðslustýrið fer at áseta reglur fyri endurvenjing í 2014, so góð tíð er til at planleggja og fremja neyðugu venjingina.

Nýggju reglurnar um endurvenjingarskeið verða annars galdandi fyri alla manningina umborð.

Kelda: Søfartens Ledere