* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjóvinnuforum á Vinnuháskúlanum

Hósdagin 24. mai verður skipað fyri sonevndum “sjóvinnuforum” á Vinnuháskúlanum í Nóatuni í Havn.

Yvirskriftin á degnum er “Møguleikar og forðingar fyri sjófólk í vinnu”.

Eftir at Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum hevur bjóðað vælkomið, fer nýggi formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson, at tosa um evnið: “Tað er eisini ein dagur í morgin”.

Stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, fer at tosa um talgilda heimin – títt samskifti við Sjóvinnustýrið.

Klokkan 12.00 verður døgurðasteðgur.

Eftir døgurða fer Annfinnur Garðalíð at tosa um ábyrgd og skyldur skiparans, og stjórin á Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen, endar sjóvinnuforumið við innleggi um framtíðar maritimar útbúgvingar.

Kjak verður í sambandi við øll innleggini og møguleiki verður eisini at seta spurningar.

Kunning og tilmelding fer fram á “fsn.fo” og á  “facebook/sjóvinnuforum”. Tiltakið er ókeypis.