* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skaðanevnd hevur funnið rivur í skrokkinum á Estoniu. Mynd/Illustra.: Illustreret Videnskab

Skaðanevndirnar í Estlandi og Svøríki hava funnið tvær rivur í Estoniu á botni í Eystursjónum - 26 ár eftir stóru skipsvanlukkuna.

 

Tað er norski miðilin, VG, sum skrivar hetta, eftir at norska tíðindastovan, TT, fyrst bar tíðindini.

 

Danska blaðið, Søfart, skrivar, at eftir at myndugleikarnir í síni tíð løgdu lok á nógv umrøddu vanlukkuna við at gera tað ólógligt at bjarga skipinum við teirri grundgeving at varðveita gravarfriðin, hava kavarar fingið loyvi at fara niður á vrakið í eini roynd at kanna orsøkina til skipbrotið.

 

Skaðanevndirnar í bæði Estlandi og Svøríki vátta upplýsingarnar, at rivur eru funnar í skrokkinum, men tær vilja ikki siga, um tær koma til nakra niðurstøðu av hesum nýggju upplýsingunum.

 

Formaðurin í svensku skaðanevndini, Jonas Backstrand, sigur soleiðis við TT:

 

“Nýggju upplýsingarnar eru ógvuliga áhugavverdar, men vit eru varin við at gera nakrar niðurstøður, áðrenn serfrøðingarn hava fingið yvirlit yvir innsavnað data,” sigur hann.

 

Estonia sakk um náttina hin 28. september í 1994, fá ferðafólkaferjan kom í illveður á veg úr Tallinn í Estlandi til Stokkhólm. Umborð vóru 989 ferðafólk, og bara 137 teirra komu frá vanlukkuni á lívi.

 

Kelda: Søfart