* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldurin umborð á Skandinavian Star kravdi 159 mannalív.

Skiparin á nógv umrødda vanlukkuskipinum, Skandinavian Star, norðmaðurin Hugo Larsen, er deyður 86 ára gamal. Hugo Larsen var skipari á Skandivnavian Star, tá 159 fólk doyðu, eftir at eldur kom í skipið.

 

Tað var hin 7. apríl í 1990, at eldur kom í Skandinavian Star, tá skipið var statt í Skagerak á veg frá Oslo til Frederikshavn.

 

Reiðarin á skipinum, Henrik Johansen, stjórin, Ole B. Hansen, og skiparin, Hugo Larsen, vórðu allir dømdir 6 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Rætturin meinti, at teir høvdu ábyrgdina av stórum manglum í trygdini umborð, skrivar ritzau-tíðindastovan.

 

Eingin annar er dømdur í málinum.

 

Í 2004 royndi Hugo Larsen at fáa strikað dómin, men tað eydnaðist ikki, skrivar NTB.

 

Í kjalarvørrinum á eldinum var nógv kjak, og avvarðandi hava áhaldandi funnist at kanningararbeiðnum. Fleiri hildu – og halda framvegis, at talan var um tryggingarsvik.

 

Trý lond býttu kanningararbeiðið ímillum sín: Svøríki, Noreg og Danmark. Norðmenn kannaðu, hvør orsøkin mundi vera til eldin, sviar kannaðu sløkkiarbeiðið, meðan danir skuldu kanna eiðara- og tryggingarviðurskiftini og trygdina umborð.

 

Kanningarnar vístu, at eldurin byrjaði ymsastaðni umborð, og fleiri niðurstøður vísa eisini, at eldurin var ásettur.

 

Kelda: Søfart og /ritzau/