* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá Skansa Offshore, Sjóborg.

Partafelagið Skansi Offshore hevði 36,5 milliónir krónur í halli í fjør. Í 2019 var hallið góðar 7 milliónir krónur, og hallið var upp á 30 milliónir krónur í 2018. Árini 2016 og 2015 var samlaða hallið gott og væl 260 milliónir krónur. Tað skrivar vp.fo

VP.fo skrivar, vísir á, at Skansi fæst gjøgnum dóttirfeløg við frálandavirksemi innan oljuvinnuna, og vánaliga úrslitið kemst fyrst og fremst av niðurskrivingum av skipum hjá felagnum.

Skipini eru í roknskapinum niðurskrivað við 333 milliónum krónum, og eru eftir statusdagin seld fyri 334 milliónir krónur, sæst í roknskapinum. Lánveitarar hava mist munandi upphæddir, og 30 milliónir krónur í nýggjum partapeningi eru settar í felagið, sæst eisini í frágreiðingini.

Felagið metir útlitini vera bjartari í løtuni, tí oljuprísurin er hækkandi og skipini hava meira at gera. Men spottmarknaðurin er fongdur við ávísari óvissu í mun til langtíðar leigusáttmálar, og tí er stór óvissa tengd at rakstrinum.

Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigaði við 12,6 milliónum krónum um ársskiftið og eginognin var negativ við 15,3 milliónum krónum.

Kelda: vp.fo