* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skeið fyri føroyskum leiðarum á sjónum

Synergi skipar í døgunum 19. og 20. apríl fyri leiðsluútbúgving í Havn fyri leiðarum á sjónum, sum hvønn dag hava eina rúgvu av avbjóðingum á ymiskum stigum.

Navigatørar, maskinmeistarar, hovmeistarar, fabrikschefar, innkeypschefar, restaurantchefar og aðrir leiðandi persónar í siglandi vinnuni fáa nú høvi at fáa íblástur til ábyrgdarfullu størv síni.

Í døgunum 19. og 20. apríl skipar Synergi fyri skeiði undir heitinum "Hvat er góð leiðsla umborð?", har m.a. hesir spurningar verða viðgjørdir:

Hvussu leggur tú til rættis og samskiftir best sum leiðari, so tit sleppa undan ósemjum og strongd?

Hvussu arbeiðir tú best sum leiðari fyri at betra um trygdina umborð?

Hvat gert tú, um manningin er fleirmentað?

Hvussu gert tú, um ein kreppa stingur seg upp?

Støðið
Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi og fer at menna teg sum leiðari umborð, og tú fært íblástur at arbeiða við tryggleikanum, trivnaðinum, motivatiónini og effektivitetinum umborð.

Tú fert at arbeiða uppbyggjandi við leiðsluleiklutinum, og tú fært bæði ítøkilig leiðsluamboð umframt innlit í, hví ósemjur og aðrir trupulleikar stinga seg upp.

Hetta eru góð amboð hjá tær at brúka í tínum gerandisdegi sum leiðari.

Amboðini fara at menna tíni leiðsluevni og títt grundarlag, tá tú skalt taka avgerðir um m.a. tryggleika og trivnað.

9 tættir
Tú fært grundleggjandi innleiðslu í

  • Hvat er góð leiðsla umborð?
  • Samskifti og kunning umborð og samskifti millum skip og skrivstovu
  • Handfaran av ósemjum og kreppum umborð
  • Trupla samrøðan
  • Fyribyrgjan av sosialari avbyrging/einsemi
  • Arbeiðsbyrðir og strongd
  • Leiðarans leiklutur fyri tryggleikan umborð
  • Leikluturin hjá leiðarinum fyri motivatión og trivnað
  • Arbeiði við fleirmentaðari manning | tá manningin kemur úr ymiskum mentanum.
Luttaka aktivt
Luttakararnir verða í mest møguligan mun tiknir við í undirvísingini, og tú skalt rokna við at hava ein aktivan leiklut.

Á henda hátt lærir tú mest.Leiðandi vinnusálarfrøðingurin hjá Mærsk Træning Center, Søren Diederichsen, verður undirvísari.

Seinastu 8 árini hevur hann eisini arbeitt við vinnusálarfrøðiligum uppgávum innan fyri SØFARTEN fyri nógv reiðarí umvegis SEAHEALTH.

Hann hevur drúgvar royndir at undirvísa leiðarum á sjónum og fær methøgar eftirmetingar.

16 luttakarar

Støða verður tikin til seinni, hvar í høvuðsstaðnum skeiðið verður hildið.

Skeiðið varir báðar dagarnar frá kl. 9 til 15.30 og kostar 8.745 kr. við mvg.

Pláss er fyri 16 luttakarum og tilmeldingarfreistin er 22. mars.

Kelda: antares