* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skilaleyst stór dálking frá reikferðaskipum

Bara reikferðaskipini hjá heimsins størsta reiðaríi við reikferðaskipum, Carnival Corporation & PLC, høvdu tíggju ferðir størri útlát av krabbameins-elvandi svávuldioksidi (SO2) í evropiskum sjógvi enn allir 260 milliónir bilarnir tilsamans. Nýggj kanning vísir, at eisini í Danmark er ávirkanin stór.

 

Nýggja kanningin hjá Transport & Environment vísir, at londini kring Miðjarðarhavið saman við Noregi eru tey londini í Evropa, sum eru mest ávirkað av stóru dálkingini hjá reikferðaskipum. Hóast Danmark liggur í sonevnda SECA-økinum, har svávulinnihaldið í brennievni í mesta lagi skal vera 0,1 prosent, er dálkingin frá reikferðaskipum í donskum øki ógvuslig.

 

Í 2017 var útlátið frá reikferðaskipum í donskum sjógvi átjan ferðir meira svávuldioksid enn frá øllum 2,5 milliónum bilunum í Danmark íalt.

 

Kanningin byggir á greining av 203 reikferðaskipum í sigling í Evropa í 2017. Kanningin treytar sær, at øll skip halda allar ásetingar heilt niður í smálutir um nýtslu av brennievni við lægri svávulinnihaldi í teimum økjum, har tað er kravt, t.d. í Danmark.

 

Kelda: Maritime Danmark