* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip dálka minni í Arktis

Ein herferð vend móti reiðaríum, ið hava skip í Arktis, hevur fyribils verið við til at avmarka nýtsluna av tungolju.

Tað skrivar felagsskapurin aftanfyri herferðina, Clean Arctic Alliance, í tíðindaskrivi.

Herferðin varð kunngjørd í fjør á Arctic Frontiers-ráðstevnuni í Tromsø í Norra, og síðani hava 65 feløg, stovnar og aðrir aktørar skert nýtslu sína av tungolju í Arktis, upplýsir Clean Arctic Alliance.

Seinastu árini er fokus sett á nýtsluna av tungolju, sum hevur stóra skaðiliga ávirkan á bæði dýr og ís, ttí oljan letur út svávulbitlar í havið.

Millum annað hevur danska reiðarafelagið mælt sjáferðslustovninum hjá ST, IMO, at seta eitt alheims forboð í gildi ímóti tungolju. Í 2011 bannaði IMO sigling við tungolju í Antarktis.

Eitt av feløgunum, sum er hildið uppat við at sigla vvið tungolju, er Hurtigruten, sum siglir framvið norsku strondini.

- Eftir at hava siglt í arktiskum farvøtnum í 125 ár, var hetta ein løtt avgerð. Ongin meining er í at dálka meira og økja vandan í umráðnum, sum hevur brúk fyri minni, sigur Daniel Skjeldam, útferðarstjóri í Hurtigruten sambært Clean Arctic Alliance.

Kelda: knr.gl