* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Umleið 20 herskip, sum Nazitýskland søkti í 1944, koma nú til sjóndar við áarmunnan á Donau orsakað av turki.

 

Ógvusligasti turkurin í áravís hevur turkað stóran part av Donau so nógv upp, at gomul herskip frá øðrum veraldarbardaga eru komin til sjóndar.

 

Skipini, sum vísa seg í yvirflatuni á Donau, eru nøkur av hundraðtals skipum, sum Nazitýskland lat søkkja nærindis havnabýin Prahovo í Serbia í 1944.

 

Tað hendi, tá týskarar flýddu yvir háls og herðar undan sovjettiskum herliðum.

 

Skipin eru mangan til ónáðir fyri skipaferðsluna, tá lítið vatn er í ánni – á fjørðu. Og í ár er heilt galið. Ikki seinastu hundrað árini hevur so lítið vatn verið í Donau.

 

Umleið 20 gomul herskip eru komin til sjóndar. Nógv av skipunum hava framvegis vápn og lóður umborð, og tey eru sostatt til vanda fyri farmaskip í økinum.

 

- Týski flotin hevur latið eftir seg eina vanlukku, sum hóttir fólkið í Prahovo, sigur 74 ára gamli pensjónisturin, Velimir Trajilovvic, sum hevur skrivað eina bók um týsku skipini, sum sukku í 1944.

 

Kelda: Søfart