* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip hjá DFDS bjargar manning á seglbáti

DFDS-skipið, Athena Seaways, bjargaði í vikuskiftinum átta av manningini umborð á einum seglbáti, sum sendi út neyðarkall á einari leið millum Svøríki og Litava. Øll átta vórðu bjargað umborð á Athena Seaways, og eitt teirra, ein kvinna, varð flogin á sjúkrahús við einari bjargingartyrlu.

Veðrið á leiðini var vánaligt, og aldan var upp í hálvantriðja metrar høg. Manningin hevði tað ógvuliga trupult av kulda og sjóverki. Tá seglbáturin so misti stýrieginleikarnar, valdi skiparin at senda út neyðarkall.

50 minuttir seinni var Athena Seaways frammi hjá neyðstadda seglbátinum og setti MOB-bátin út. 50 minuttir seinni varð øll manningin bjargað umborð á DFDS-skipið.

Hini sjey av manningini vórðu send á sjúkrahús til kanningar, tá Athena Seaways seinni um morgunin kom til Klaipeda sum ætlað.

Kelda: Maritime Danmark/DFDS