* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip hjá Maersk eru nú flótandi orkuverk

Tvey fyrrverandi skip hjá Maersk Supply Sekrvice eru umbygd til flótandi orkuverk. Talan er um Maersk Forwarder og Maersk Finder, sum eru umbygd á Sedef Shipyard í Tuzlat.

 

Tað er turkiska reiðaríið, Karadeniz Powership, sum nú eigur skipini, ið hava fingið nøvnini Nezih Bey og Koray Bey.

 

Flótandi orkuverkini vera sett til ravmagnsnetið í økjum, sum hava vánaligt streymnet, men eisini í økjum, sum eru rakt av náttúruvanlukkum, og tí hava mist sambandi við streymnetið.

 

Umframt Maersk Forwarder og Maersk Finder hevur Karadeniz Powership eisini keypt fyrrverandi donsku frálandsskipini Maersk Puncher og Maersk Provider.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=N-Clsa2Cqbg&t=10s]
Sjónbandaupptøkur av fyrrverandi frálandsskipi hjá Maersk Supply Service, og sum nú er umbygt til flótandi orkuverk.