* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip hjá Royal Arctic Line rennur á atløgubryggju

Ein atløgubryggja í Íslandi kann ikki nýtast í løtuni, eftir at eitt skip hjá Royal Arctic Line rendi á hana um morgunin 26. mai.

 

Í staðin fyri at leggja at rendi Naja Arctica beint inn í Faxafló-bryggjuna í Reykjavík.

 

Eingin fólkaskaði hendi, og skipið helt fram ferð sína ímóti Grønlandi sum ætlað seinni um dagin. Skip fekk heldur ongar stórvegis skaðar, men atløgubryggjan slapp minni gott frá óhappinum.

 

- Hon er illa farin, sigur Gisli Hallsson, havnarmeistari, við íslendska Morgunblaðið, sum eisini hevur mynd av atløgubryggjuni.

 

Skipið hevur oyðilagt stálkonstruksjónina, og partur av yvirflatuni á atløgubryggjuni er brotnaður. Sambært Gisla Hallsson kann atløgubryggjan ikki nýtast næstu tveir mánaðirnar.

 

9.556 t.dv. stóra Naja Arcrtica er smíðað á Danyard í Frederikshavn í í 1994. Skipið tekur 782 teu.

 

Kelda: Morgunblaðið/Søfart