* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Far Starling skal til Suðurafrika at arbeiða fyri Total E&P.

Skip hjá SolstadFarstad skulu til Suðurafrika

Tvey skip hjá SolstadFarstad rýma nú úr Norðsjónum fyri í staðin at arbeiða í Suðurafrika.

 

Talan eru um tvey akkersskip hjá SolstadFarstad, Normand Ranger og Far Starling. Sáttmáli er undirskrivaður upp á hjálpararbeiði undir boriætlanini hjá Total E&P í blokki 11B712/B.

 

Sáttmálin snýr seg fyribils um tríggjar mánaðir. Haraftrat skulu skipini arbeiða við at leggja til rættis tveir brunnar, tá teir tríggir mánaðirnir eru farnir.

 

Roknað verður við, at arbeiðið byrjar í Suðurafrika í 4. ársfjórðingi í ár.

 

Fleiri føroyingar arbeiða hjá SolstadFarstad, bæði sum dekkarar, maskinmenn, elektrikarar og navigatørar.

 

Kelda: Skipsrevyen